Bussskýli


 

Vit veita bussskýli til øll endamál.

 

Ring til okkum um tú hevur áhuga ella bert er forvitin og vil vita meira.
+298 562200
info@innspark.fo

 

Her er eitt bussskýli, sum er ment í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Hetta bussskýlið er úr galvaniseraðum stáli, málað í RAL-liti: Vit gera sama slagið úr aluminium, sum tolir sjórok, og mála sjálvandi í tí litinum, tú ynskir, soleiðis at tað riggar til restina av møplunum í býnum.

Glasið er hert og laminerað, so tað ikki fellir saman, um eitthvørt óhapp skuldi hent.

Tað ber eisini til at prenta tekstir og myndir á glasið, annaðhvørt sum kunning ella bara sum prýði.