Spæliplássið til dagstovnin Lítlaskóg, er sniðgivið, framleitt og uppsett av okkum, í tøttum samstarvi við okkara veitarar.

Spæliplássið er væl egna til føroyska veðurlagið, er sera slitsterkt og umhvørvisvinarligt, og gevur børnunum møguleikan at spæla uttandura alt árið – klødd eftir veðrinum væl at merkja.

Reiðskapini eru framleidd við tí fyri eyga, at tað skal vera stuttligt og mennandi at spæla á spæliplássinum, men fram um alt trygt og gott.