Ljóst og rúmligt við glasi
Vit veita glasveggir og glasrimaverk til bæði innan- og uttandura. Serstøku húsini í Syðragøtu hava fingið nógv burtur úr gongini og køkinum, við at nýta glasrimaverk.
Skelti og skíggjar sum síggjast
Effostøðirnar kring landið hava síðani tær skiftu navn havt kláru, lýsandi skeltini á bygningunum, sum eru sjónlig um dagin og náttina.
Fyrr í heyst veittu vit teimum eisini nýggjar skíggjar, ið gera tað lætt og skjótt hjá kundanum sjálvir at broyta innihaldið og halda tað við líka.
Rimaverk til inni og úti
Vit veita rimaverk úr bæði glasi og stáli. Rimaverkini eru úr haldgóðum tilfari og tíðarleysum sniði.
Við glasi varðveitir tú góða útsýnið og fært lívd fyri vindinum. Við stáli fært tí eitt rátt og stílreint snið, ið heldur í nógv ár.