Glasverk & Raðhald


Vit bjóða stórt úrval av glasgelendarum, glasveggir, so gott sum alt innan glasverk til uttandura og innandura brúk.
Eisini bjóða vit raðhald, ið sjálvandi eisini er til uttandura og innandura brúk.

 

Ring til okkum um tú hevur áhuga ella bert er forvitin og vil vita meira.
+298 562200
info@innspark.fo

Niðanfyri eru myndir av arbeiðum vit hava gjørt og íblástur frá okkara samstarvsfelagum.

Glasgelendarar

Glasveggir og gelendarar – Stovnar & skrivstovu umhvørvið

Glasverk – Vindfang & Læ

Vit veita bussskýli til øll endamál. TRYST HER

Her er eitt bussskýli, ið er ment í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Hetta bussskýlið er úr galvaniseraðum stáli. Vit gera sama slagið úr aluminium, ið tolir sjórok, og mála sjálvandi í tí litinum tú ynskir soleiðis, at tað riggar til restina av møplunum í býnum. Glasið er hert og laminerað, so tað ikki fellir saman, um eitthvørt óhapp skuldi hent. Tað ber eisini til at prenta tekstir og myndir á glasið, annaðhvørt sum kunning ella bara sum prýði.