Samskipari til sølutoymið
SAMSKIPARI TIL SØLUTOYMIÐ
Okkara dugnaliga sølutoymi hevur tørv á fleiri hendrum, og sum nakað nýtt søkja vit eftir einum samskipara at hjálpa fyrisitingini og stuðla sølutoyminum.
Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber.
OKKARA VIRKSEMI
Vit eru stórveitarar av spæliplássum, glasgirðingum og ljósskeltum.
Felags fyri alt sum vit gera, er at góðskan er í hásæti og at tænastan er einastandandi.
Tú gerst partur av einum ágrýtnum toymi og eini fyritøku í stórari menning. Arbeiðsuppgávurnar í nýggja starvinum fevna m.a. um:
- At seta upp tilboð til kundar
- At samskipa og ímynda komandi spælipláss o.a. saman við sølutoyminum
- At hjálpa sølutoyminum við tilfari sum teimum tørvar
- At selja og práta við kundar
UMSØKJARIN
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin er fyrikomandi, dugir væl at arbeiða í einum toymi og at veita eina einastandandi tænastu og kundarøkt.
Royndir innan sølu og brúkarastøði við teldum kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.
Vit frætta fegin frá tær, um tú heldur at starvið kundi verið nakað fyri teg.
UMSÓKNIN
Ynskir tú at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hans Waag á tlf. 211134.
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til hw@innspark.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Freistin at søkja starvið er 25. septembur.
