Skelti er tykkara andlit úteftir og skelti skal, tí navnkenna fyritøku tykkara uppá besta hátt.
Um tú vilt hava besta skeltið, har tú raðfestir útsjóndina, eitt skelti, ið sæst væl, hevur lítla streymnýtslu og heldur ár eftir ár uttan viðlíkahald, so er ongin ivi í, at vit hava rættu loysn til tykkara.
Vit hava fleiri ára góðar royndir, at framleiða skeltir við og uttan LED (Ljósskeltir.) Saman við dugnaligum undirveitarum eru vit komin fram til, hvussu skeltini skulu gerast fyri, at tola harða Føroyska veðurlagið.