Spælipláss í Gundadali
Spæliplássið aftanfyri tennisvøllin í Gundadal, er sniðgivið, framleitt og uppsett av okkum, og í tøttum samstarvi við Tórshavnar kommunu og okkara veitarar.
Spæliplássið er væl egna til føroyska veðurlagið, er sera slitsterkt og umhvørvisvinarligt, og gevur børnunum møguleikan at spæla uttandura alt árið – klødd eftir veðrinum væl at merkja.
Reiðskapini eru framleidd við tí fyri eyga, at tað skal vera stuttligt og mennandi at spæla á spæliplássinum, men fram um alt trygt og gott.