Spælipláss í Hovi
Spæliplássið í skúlagarðinum í Hovs skúla, er sniðgivið, framleitt og uppsett av okkum, og í tøttum samstarvi við Hovs kommunu og okkara undirveitarar.
Spæliplássið er væl egna til føroyska veðurlagið, er sera slitsterkt og umhvørvisvinarligt, og gevur børnunum í Hovi møguleikan at spæla uttandura alt árið – klødd eftir veðrinum væl at merkja.
Reiðskapini eru framleidd til við tí fyri eyga, at tað skal vera stuttligt og mennandi at spæla á spæliplássinum, men fram um alt trygt og gott. Undirlagið er bleytt gummi, sum er væl egna til børn at rokast á, so at børnini ikki koma til skaða á spæliplássinum.