Spælipláss í Skúlanum í Trongisvági
Spæliplássið í skúlagarðinum hjá skúlanum í Trongisvági, er sniðgivið, framleitt og uppsett av okkum, og í tøttum samstarvi við Tvøroyrar kommunu og okkara undirveitarar.
Spæliplássið er væl egna til føroyska veðurlagið, er sera slitsterkt og umhvørvisvinarligt, og gevur børnunum møguleikan at spæla uttandura alt árið – klødd eftir veðrinum væl at merkja.
Reiðskapini eru framleidd við tí fyri eyga, at tað skal vera stuttligt og mennandi at spæla á spæliplássinum, men fram um alt trygt og gott. Undirlagið er bleytt gummi, sum er væl egna til børn at rokast á, so at børnini ikki koma til skaða á spæliplássinum.