Stavir við ljóskransi á Smyrilsvegi
Skrivstovubygningurin á Smyrilsvegi 13 í Tórshavn húsar trimum fjølbroyttum fyritøkum. Tí er tað ein snøgg loysn, at øll skeltini eru í sama stíli.
Stavirnir eru formaðir í stílinum á hvørjari fyritøku, hanga leysir og hava ljós aftan. Á tann hátt standa teir hvast og týðiligir í dagsljósi, og lýsa upp í myrkri.