Skeltir

Vit leggja dent á at framleiða skeltir úr høgari góðsku, sum bæði eru vøkur, haldfør og tæna sínum endamáli til fulnar.
Okkara eyðkenni:


Vísir vegin og skapar virði

Eitt skelti er meira enn bert kunning; tað er fyrsta, ið møtir tær á einum staði, einum bygningi ella eini fyritøku. Tað vísir vegin, skapar eyðkenni og tryggleika.
Icon
Icon

Hjá INNSPARK veita vit dygdargóðar skeltaloysnir, sum taka støði í tykkara tørvi og ynskjum. Vit leggja stóran dent á eitt tætt samskifti og at ráðgeva tykkum allan vegin frá hugskoti og sniði til lidna loysn.

Ongantíð á kompromi við dygdina
Vit gera aldri kompromi við hvørki handverk ella tilfarið. Størsti parturin av okkara skiltum verður framleiddur í Danmark, sum tryggjar høga góðsku, álítandi rakstur og skjóta lating. Allir partar, frá tilfari til elektronikk, eru gjølla úrvaldir, so at tit fáa eina haldføra loysn, ið tolir krevjandi føroyska veðurlagið.

Tí okkara loysnir skara framúr
Okkara skeltir eru ment til ógvislig veðurlíkindi og framleidd úr tilfari, sum tryggjar langa livitíð og minst møguligt viðlíkahald:

• IP68-góðkendar diodur og transformatorar – 100 % vatntætt
• Rustfrítt A4-stál – hægsta styrki og haldføri
• Sjógvfast aluminium – væl egnað til norðuratlantiskar umstøður
• Pulverlakerað yvirflata – vøkur útsjónd og eyka vernd
• 2 ára garanti á allar skeltapartar*

Royndir,sum skapa álit
Síðan 2007 hava vit veitt professjonellar skeltaloysnir til fyritøkur, bankar, kommunur og stovnar. Í dag er INNSPARK millum teir royndastu veitararnar av serteknaðum skeltum í Føroyum.

Heildarloysnir og sergjørdar loysnir
Vit bjóða eitt breitt úrval av loysnum, m.a.:

• LED-ljósskeltir
• Klassisk skeltir uttan ljós
• Útskorin skeltir í metalli og glasi
• Skeltakassar við ella uttan ljós
• Folieskeltir og folietekstir
• Pylonar
• Serteknaðar loysnir eftir ynski

Tit eru altíð vælkomin í okkara sýnisrúm, har tit kunnu síggja eitt úrval av okkara loysnum, uppliva tilfarið og fáa professjonella ráðgeving, tillagaða tykkara næstu verkætlan.

01

Greining av tørvi

Vit byrja tilgongdina við einum nágreiniligum práti um tykkara ynski og tørv. Upplýsingar um stødd, tilfar, litir, búmerki og staðseting er grundarlag fyri víðari arbeiðinum. Myndir og mát av framsíðuni tryggjar eina nágreiniliga meting.

02

Ráð- og sniðgeving

Við støði í arkitekturi, umhvørvi og visuella samleikanum hjá fyritøkuni menna vit eitt gjøgnumhugsað sniðuppskot. Tit fáa síðani eina óbindandi framløgu og tilboð.

03

Góðkenning og framleiðsla

Tá snið og tilboð er góðkent verður framleiðslan sett í gongd við denti á dygd, smálutir og haldgott tilfar.

04

Lating og uppseting

Vit taka okkum av lating og yrkisligari uppseting sambært tilboðnum og tryggja, at endaliga úrslitið livir upp til bæði tey estetisku og galdandi tøkniligu krøvini.

Aðrar verkætlanir

Busssteðgistað, skoytibanar, bannarar, roykiglasbúr
Les meiri

Ljósskeltir

Vit gera tína fyritøku sjónliga.
Les meiri

Okkara mál er dygd. Tí arbeiða vit bert saman við teimum bestu.

Samband

Hevur tú eina verkætlan í huganum?

Lat okkum taka eitt óbindandi prát um tínar møguleikar. Vit eru altíð til dystin fús.

Send okkum ein teldupost

Send okkum tínar spurningar, so finna vit eina loysn saman.
info@innspark.fo

Ring til okkum

Fá beinleiðis svar frá einum av okkara serfrøðingum.
+ 298 56 22 00

Vitja okkum

Fá íblástur og persónliga ráðgeving í okkara sýnishøli.
Grønlandsvegur 5 – 100 Tórshavn