Glasgirðingar
Tryggleiki og útsýni í einum
Meira ljós - betri útsýni.
Gev svalanum eitt gott og úrvalt lyft við eini glasgirðing.
Við okkara glasloysnum fær tú eitt ljóst, trygt og hugnaligt útirúm, sum kann brúkast meginpartin av árinum.
Hvat er glasgirðingar?
Glasgirðingar frá okkum eru úr haldførum trygdarglasi, gjørt til svalar og føroysk veðurlíkindi.
Vit veita bæði harðnað og laminerað trygdarglas, ið er fest í sterkar og snøggar profilar.
Glasið verður framleitt eftir máti og kann tillagast flestu svalar.
Hví velja eina glasgirðing?
• Tú varðveitir útsýnið
• Trygg loysn
• Nútímans og snøgt snið, sum klæðir húsinum
• Minni vindur - meira komfort
• Lítið viðlíkahald – bert løtt reingerð
• 7 ára garanti móti delaminering
Væl umtóktar loysnir
• Glasrimaverk
• Matt, tónað ella klárt glas
• Profilsloysnir – frá sjónligum profilum til nærum rammuleyst snið
Vel eftir ynski
Glas: klárt, matt, ella tónað
Festar & profilar: aluminium, svartir, ella stólpar úr rustfríum stáli.
Tí velja fólk okkum
• Meira enn 20 ára royndir
• Dentur á góðsku og trygd
• Glasið verður gjørt eftir máti
• Skjót lating
• Vøkur og hent snið
Til reiðar at betra um svalan?
Við eini glasgirðing frá okkum fær tú meira ljós, meira komfort og eitt vakrari útirúm
Set teg í samband við okkum í dag og fá eitt óbindandi tilboð.
01
Fyrispurningur
Send okkum eina áheitan um tilboð. Vís okkum gjarna myndir og mát av staðnum har girðingin skal setast upp.
02
Fyrireiking
Kundin kann fáa okkum á staðið, har tað er landfast, til at máta upp og gera eina tekning. Kostnaðurin fyri hetta er kr. 1.050. Um tú velur at gjøgnumføra ætlana saman við okkum, verður upphæddin aftur goldin.
03
Bílegging
Tá tú góðtekur tilboðið, gerast endalig avtala og framleiðsluplan gjørdur.
04
Levering
Vøran er øll vanligvís á goymslu uttan glas. Glasið verður serframleitt til tín, og veitingartíðin er vanliga 3 vikur.

Glasgirðing við stálskinnara og rimaverk úr rustfríum stáli

Glasterassa við aluminiumskanti

Altan við glasgirðing
Okkara mál er dygd. Tí arbeiða vit bert saman við teimum bestu.





















