
Vit hava veitt hesa stóru og flottu glasgirðingina til eini sethús á Velbastað.
Glasgirðingin hóskar sera væl til húsini og gevur kundanum møguleika at njóta framúrskarandi útsýnið. Glasgirðingar eru væl egnaðar til føroyska veðurlagið og geva møguleika at halda hvøssu hvirlunum burtur, samstundis sum føroyska útsýnið verður varðveitt.
Girðingin er úr haldgóðum tilfari og hevur eitt einfalt og tíðarleyst snið, sum fellur væl inn í umhvørvið.
Kundin: Privat
Verkætlanarár: 2026
































