
Hetta spæliplássið er enn á tekniborðinum, men tekningarnar geva longu eina góða mynd av, hvussu økið fer at taka seg út, tá verkætlanin er liðug.
Endamálið er at skapa eitt livandi og innbjóðandi øki við nógvum ymiskum møguleikum fyri spæl og rørslu. Samstundis er stórur dentur lagdur á, at ymisku økini hanga væl saman og skapa eina natúrliga heild.
Í uppskotinum eru fleiri ymisk spæli- og virknisøki, soleiðis at børn við ymiskum áhugamálum og aldri kunnu finna sær avbjóðingar. Her verður millum annað rúm fyri klatring, reiggjum, bóltspæli og øðrum virknum spæli.
Spælireiðskapirnir eru býttir út yvir økið og bundnir saman við gonguleiðum, grønum økjum og plássum til uppihald. Hetta ger, at spæliplássið ikki bara verður eitt stað við spælireiðskapum, men eitt samlað útiøki, har bæði børn og vaksin kunnu trívast.
Ein týðandi partur av sniðinum er samspælið millum spæliplássið og umhvørvið. Gróður, grót og náttúrligt tilfar eru við til at býta økið upp og skapa ein hugnaligan og fjølbroyttan karm rundan um spæliplássið.
Úrslitið á tekniborðinum er eitt spælipláss, har spæl, rørsla, náttúra og samvera ganga hond í hond – og vit gleða okkum til at síggja ætlanina gerast til veruleika.










































