Eitt nýtt og lívligt savningarstað í Hovi

Spælipláss í Hovi, bæði til smærri og størri børn. Eitt stuttligt klatritorn, ein klatrikarusell, og tann vælumtókta fuglareiðureiggjan.

Ynski frá kundanum

Hovs kommuna ynskti at skapa eitt nútímans og spennandi spælipláss, sum kundi savna børn í øllum aldri. Tørvur var á einum staði, har børn kundu avbjóða sínar motorisku førleikar, samstundis sum tað skuldi vera rúm fyri fríum spæli og sosialari samveru.

Avbjóðinging

Hovs kommuna ynskti at skapa eitt nútímans og spennandi spælipláss, sum kundi savna børn í øllum aldri. Tørvur var á einum staði, har børn kundu avbjóða sínar motorisku førleikar, samstundis sum tað skuldi vera rúm fyri fríum spæli og sosialari samveru.

Okkara loysn

Í tøttum samstarvi við kommununa mentu vit eina heildarloysn. Vit valdu eitt stórt klatritorn við fleiri funkum – rusjibønum, klatrineti og ymiskum pallum – sum miðpunkt. Hetta gevur eldru børnunum nógvar møguleikar fyri at royna seg. Fyri at fevna um øll, løgdu vit eisini eina klatrikarusell, eina fuglareiðureiggju, trampolinir og eitt klassiskt dandidýr afturat. Til trygdar undirlagið valdu vit eina heilstoypta gummiloysn, sum bæði er trygdargóðkend, slitsterk og spælir væl saman við litunum á spælireiðskapunum

Úrslitið

Úrslitið er eitt livandi og fjølbroytt spælipláss, sum er vorðið eitt nýtt og vælumtókt savningarstað í bygdini. Spæliplássið bjóðar uppá spæl og avbjóðingar fyri allar aldursbólkar, og litríka gummiundirlagið skapar ein tryggan og innbjóðandi karm um stuttleikan. Eitt stað, har børn kunnu mennast, skapa vinarbond og hava tað stuttligt í tryggum umhvørvi.

Vit eru errin av at hava verið partur av hesi verkætlan, sum skapar gleði og rørslu fyri børnini í Hovs kommunu.

Fakta um verkætlanina

Kundin: Hovs Kommuna

Verkætlanarár: 2024

Spælireiðskapur

  • Klatritorn við tveimum tornum
  • Rusjibani og klatrinet
  • Klatrikarusell
  • Fuglareiðureiggja
  • Trampolinir
  • Vippa
  • Dandidýr

Undirlag

Heilstoypt, trygdargóðkent gummiundirlag

No items found.

Okkara mál er dygd. Tí arbeiða vit bert saman við teimum bestu.

Seinastu innleggini

Síggj fleiri spælipláss

Um vit ikki seta tíð av til at spæla, fáa vit eitt lív uttan gleði, sum er stirvið og manglar kreativitet

Eitt nýtt og lívligt savningarstað í Hovi

Spælipláss í Hovi, bæði til smærri og størri børn. Eitt stuttligt klatritorn, ein klatrikarusell, og tann vælumtókta fuglareiðureiggjan.
Les meiri

Spælipláss í Nesvík

Leguhúsið í Nesvík ynskti eitt spælipláss, sum skuldi geva børnunum møguleika at spæla og menna seg í, samstundis sum tað skuldi vera trygt og haldført í føroyska veðurlagnum.
Les meiri

Spælipláss Lítliskógur

Eitt spælipláss við fleiri upplivingum, har tú kanst klintra og avbjóða tær sjálvum.
Les meiri
Samband

Hevur tú eina verkætlan í huganum?

Lat okkum taka eitt óbindandi prát um tínar møguleikar. Vit eru altíð til dystin fús.

Send okkum ein teldupost

Send okkum tínar spurningar, so finna vit eina loysn saman.
info@innspark.fo

Ring til okkum

Fá beinleiðis svar frá einum av okkara serfrøðingum.
+ 298 56 22 00

Vitja okkum

Fá íblástur og persónliga ráðgeving í okkara sýnishøli.
Grønlandsvegur 5 – 100 Tórshavn