Spælipláss Lítliskógur

Eitt spælipláss við fleiri upplivingum, har tú kanst klintra og avbjóða tær sjálvum.

Spælipláss í Lítlaskógi

Ynski frá kundanum

Dagstovnurin Lítliskógur ynskti eitt spælipláss, sum skuldi skapa góðar karmar fyri børnini at spæla og menna seg uttandura – alt árið. Tað skuldi vera bæði stuttligt og trygt, og samstundis hóskandi til dagliga nýtslu hjá smábørnum.

Avbjóðingin

Uppgávan var at sniðgeva eitt spælipláss, sum kundi tola nógv nýtslu og føroyska veðurlagið. Samstundis skuldu reiðskapirnir vera tryggir, mennandi og hóskandi til aldurin á børnunum á stovninum.

Okkara loysn

Vit sniðgóvu, framleiddu og settu upp eitt spælipláss úr slitsterkum og umhvørvisvinarligum tilfari. Reiðskapirnir eru valdir við denti á, at spælið skal vera bæði stuttligt og læruríkt – men fram um alt trygt.

Úrslitið

Úrslitið gjørdist eitt livandi spælipláss, sum gevur børnunum møguleikan at spæla uttandura hvønn dag, alt árið. Foreldur og starvsfólk kunnu vera vís í, at spæliplássið er trygt, haldført og hóskandi til teir smærru brúkararnar.

Fakta um verkætlanina

  • Stað: Lítliskógur
  • Kundin: Dagstovnurin Lítliskógur
  • Slag av verkætlan: Spælipláss
  • Úrslit: Trygt og barnavinarligt spælipláss til stovnin

No items found.

Okkara mál er dygd. Tí arbeiða vit bert saman við teimum bestu.

Seinastu innleggini

Síggj fleiri spælipláss

Um vit ikki seta tíð av til at spæla, fáa vit eitt lív uttan gleði, sum er stirvið og manglar kreativitet

Eitt nýtt og lívligt savningarstað í Hovi

Spælipláss í Hovi, bæði til smærri og størri børn. Eitt stuttligt klatritorn, ein klatrikarusell, og tann vælumtókta fuglareiðureiggjan.
Les meiri

Spælipláss í Nesvík

Leguhúsið í Nesvík ynskti eitt spælipláss, sum skuldi geva børnunum møguleika at spæla og menna seg í, samstundis sum tað skuldi vera trygt og haldført í føroyska veðurlagnum.
Les meiri

Spælipláss Lítliskógur

Eitt spælipláss við fleiri upplivingum, har tú kanst klintra og avbjóða tær sjálvum.
Les meiri
Samband

Hevur tú eina verkætlan í huganum?

Lat okkum taka eitt óbindandi prát um tínar møguleikar. Vit eru altíð til dystin fús.

Send okkum ein teldupost

Send okkum tínar spurningar, so finna vit eina loysn saman.
info@innspark.fo

Ring til okkum

Fá beinleiðis svar frá einum av okkara serfrøðingum.
+ 298 56 22 00

Vitja okkum

Fá íblástur og persónliga ráðgeving í okkara sýnishøli.
Grønlandsvegur 5 – 100 Tórshavn